Samstarv
Líka síðan Leif Mohr byrjaði við virksemið sín í 1935, hava vit áhaldandi havt eitt gott samskifti og samarbeiði við okkara veitarar. Altíð hevur dentur veri lagdur á at velja teir røttu veitararnar við teim røttu vørunum. Dygd og livitíð hava altíð veri grundleggjandi krøvini vit hava sett, fyri at veita eina so góða tænastu sum gjørligt til tann føroyska marknaðin. Í dag kunnu vit framvegis veita vørur við hesum dygdum.
Gram
Tann vælkenda danska familjufyritøkan er nú vorðin ein modernaður hvítvøru-risi og hevur víðka úrvalið frá einans køl og fryst til alt frá vaskimaskinum til komfýrar.
ASKO/Vølund
Siðbundna svenska fyritøkan, við teimum vælkendu norðurlendsku sniðunum. Enn sama góðska og gjøgnumførda framleiðsla. Ein gleði bæði fyri veitara og brúkara.
SMEG
Spennandi vørur úr Italia. Ørvísi vørur fyri tann, ið ynskir okkurt útyvir tað vanliga. Millum annað RETRO vørurnar í 50-ara stíli og flottu komfýrarnir upp í 120 cm.
ILVE - Leiðsla við sniðgeving.
Serkunnleiki í 40 ár í framleiðslu av eltólum til matgerð. Ilve hevur sum høvuðsmál, at veita eitt breitt úrval av tólum til matgerð, ið kann nøkta krøvini bæði hvat viðvíkur sniðgeving og brúki.
Fisher&Paykel
Intelligent tøkni og eitt snið, ið ikki bara livir upp til tín tørv sum nýmótans brúkari, men eisini livir upp til dreymar tú ikki visti at tú hevði. Eitt gott dømi er "DishDrawer".
Liebherr
Liebherr stendur ikki bara fyri vørum og tænastu, tað stendur eisini fyri nýggjum hugskotum og innovation. Hetta verður undirstrika av teirra sterku støðu á heimsmarknaðinum
Witt
Donsk framhugsin fyritøka við teimum óvanligu hugskotunum og serstøku loysnunum.
Voss
Gamla kenda fyritøkan heldur áfram við somu vanabundnu dygdunum. Komfýrar, ovnar og kókiplátur í dygd og sniðið í serflokkið. Voss – besta útgerðin gevur besta úrslitið.
Severin
Týsk dygd frá siðvandu fyritøkuni, ið varð stovna í 1892 av Anton Severin. Stóra úrvalið, dygdin og prísurin gevur tær bestu møguleikarnar tá tað ræður um smærri húsarhaldstól.
Kenwood
Hvør kennur ikki tær framúr dygdargóðu Kenwood køksmaskinurnar. Stóra úrvælið av maskinum og eyka amboðum finnur tú í LM Handlinum.
Sony
Tað byrjaði við einum rískókara, restin er søga. Sony er eitt av heimsins best kendu merkjum og bæði til heimi, ferðina og arbeiði er Sony kent fyri dygd og nýhugsan.
Bang & Olufsen
Øll kenna einastandandi dygdina og framúrskarandi sniðgevingina frá B&O. Sum fyrsti handil uttan fyri Danmark at umboða B&O, bjóðar LM Handilin seg enn - 70 ár seinni - stoltur fram sum B&O veitari í Føroyum.
|