Vit royna altíð at veita kundum okkara eina sera góða tænastu.
LM Handilin hevur altíð havt sum mál at selja dygdarvørur og at veita góða tænastu. Umráðandi er, at kundar fáa og viðhaldandi hava álit á LM Handlinum. Bert á henda hátt ber til altíð at veita dygdargóðar vørur og tænastur í rættari tíð.
Málum okkara vilja vit røkka við áliti og góðum samstarvi. Somuleiðis leggja vit dent á fjølbroytni og stóra fakliga dygd, umframt at vit altíð eru til taks hjá kundunum, tá brúk er fyri tí. Tænastu seta vit sera høgt.
Í LM Handlinum fært tú neyðugu leiðbeining í, hvussu vørur virka, hvussu tær verða settar til, hvussu tær standa best heima hjá tær. Her er rætt og slætt eingin ivi. Spyr – og tú fært rætta svarið.
Vit raðfesta góðsku og skjóta og góða avgreiðslu sera høgt.
LM Handilin er handilin við egnum verkstaði við sera royndum og dugnaligum fólkum. Hesir syrgja fyri at umvæla vørur og ráðgeva viðskiftafólkunum.
Vit hava eisini døgntænastu, um tørvur er á hjálp um kvøldið, náttina ella heilidagar.