Tað bleiv til eitt fimtapláss í 400 frí og eitt 17.pláss í 200 frí, tá ið Pál Joensen her um vikuskiftið kappast á altjóða MareNostrum svimjistevnuni í Monaco.
Tíðirnar hjá Páli vóru nakaðverri enn tað sum hann hevur svomið fyrr, men hann stóð seg tó so væl betri íkappingini við hinar, enn tað sum upprunaliga styrkismetingin bendi á.
Leygardagin svam hann 3:53.88 í 400 metra frísvimjing finalu, aftanfyritýska Paul Biedermann á 3:48.77, kinesiska Lin Zhang á 3:49.10, tunesiskaOussama Mellouli á 3:50.35, og skotska Robbie Renwick á 3:53.21. Føroyska metiðhjá Páli er 4:48.57, frá donsku meistarastevnuni í Esbjerg í fjør, tá ið svomiðvarð draktum sum nú eru forboðnar.
Sunnudagin svam hann 1:53.42 í 200metra frísvimjing, og gjørdist harvið nummar 17 og akkurát ov stuttur til atsleppa í finalu. Føroyska metið hjá Páli er her 1:50.04, aftur frá kapping ísuperdrakt á DM í Esbjerg í fjør.
At kappingin var hørð í Monaco, síggjavit millum annað í 400 metra frísvimjingini, har tríggir av teimum fýra sumsvumu skjótari enn Pál, gjørdust heimsmeistarar í greinunum 200, 400, 800 og1500 frí á HM í Rom í fjør. Týski Paul Biedermann gjørdist tá heimsmeistari í200 og 400 frí, kinesiski Lin Zhang heimsmeistari í 800 frí, og tunesiskiOussama Mellouli heimsmeistari í 1500 frí.
Biedermann eigur eisiniheimsmetini í 200 og 400 frí, ávíkavist 1:42.00 í 200 frí og 3:40.07, har hannnú í Monaco vann báðar greinarnar við ávíkavist 1:46.82 og 3:53.88.
Núeru tey trý á veg víðari til Barcelona, har næsta Mare Nostrum stevna verður númikudagin og hósdag 5. - 6. juni. |